Stóra dagin hildu tey hjá dóttrini og versoninum í Miðvági. Tey vóru í mong ár prestahjún í Vágum og seinni í høvuðsstaðnum.
Elin, sum er 74 ára gomul, er ættað av Tvøroyri. Foreldrini hjá henni vóru Inga, fødd Nielsen, og Magnus Magnussen.
Høgni, sum er 75 ára gamalur, er ættaður úr Sandvík. Foreldrini hjá honum vóru Johanna, fødd Poulsen, og Dánjal Poulsen.
Tey bæði hittust, tá ið tey undir krígnum gingu í realskúla á Tvøroyri. Tey giftust í Danmark, har tey vóru undir útbúgving, og tey komu aftur til Føroya í desember í 1957.
Elin lærdi til sjúkrasystir á Bispebjerg Hospitali í Keypmannahavn. Hon arbeiddi sum sjúkrasystir í Danmark, og nakað eftir, at familjan var flutt vestur í Vágar, fór Elin at nýta útbúgingina, umframt at hon var prestakona. Hon arbeiddi á Ellisheiminum í Vágum frá tí, at tað varð tikið í nýtslu í 1972, og seinni var hon á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.
Høgni leyk gamalt ella klassiskt málsligt studentsprógv í Rønde í 1951. Hann las síðani gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, har hann var liðugur í 1957.
Fyrsta prestastarvið hjá Høgna var í Suðurstreymoyar prestagjaldi, har hann varð innsettur í embætið fjórða sunnudag í advent í 1957. Frá 1963 og fram til í 1976 var hann prestur í Vága prestagjaldi, sum umframt bygdirnar í Vágum fevndi um Mykines. Í 1976 fluttu tey bæði til Havnar, har Høgni hevði fingið starv í vestara prestagjaldinum, og í Vesturkirkjuni og hinum kirkjunum í sóknini starvaðist Høgni Poulsen, inntil hann legði frá sær.
Høgni hevur verið ógvuliga virkin í kirkjuliga umhvørvinum. Í lestrartíðini vóru tey bæði í Ungmannafelagnum, har nógvir føroyingar savnaðust, og har Elin og Høgni vunnu sær nógvar vinir. Tað var Emil Joensen, prestur, sum var ættaður úr Bø, og sum var prestur í Mariekirken í Keypmannahavn, sum upprunaliga fekk ungmannafelagið í lag.
Høgni var limur í Samfundsráðnum ella Høvuðsstýrinum, sum tað nú nevnist, fyri Heimamissiónini í Føroyum í nógv ár. Hann var við til at stovna Heimamissiónsforlagið, og hann hevur verið í stýrinum fyri og eitt skifti formaður í stýrinum fyri Meinigheitshúsið í Havnini. Hann hevur eisini verið formaður í nevndunum fyri KFUM og Bláa Kross.
Tá ið ellisheimið í Vágum, sum var tað fyrsta av sínum slagi í landinum, varð bygt, var Høgni Poulsen formaður í bygginevndini. Grundarsteinurin varð lagdur av Ingrid drotning í 1969, og heimið varð tikið í nýtslu í 1972.
Elin og Høgni Poulsen eiga tríggjar døtrar: Jóhanna, sum er sjúkrasystir, er gift Jákupi Reinert Hansen, presti. Tey búgva á Sandi. Inga, sum er prestur, er gift Mariusi Dam, kommunulækna og løgtingsmanni. Tey búgva í Miðvági. Durita, ið er lækni, er gift Claus Weber, eksport teknikkara. Tey búgva í Odense. Elin og Høgni Poulsen eiga 11 barnabørn.