Elin Maria er fødd í Brekkunum í Hósvík. Tey vóru 10 systkin. Tveir brøður elstir og so 8 systrar. 6 systrar eru enn á lívi.
1. mai 1943 giftist hon Jóan Paula Jørgensen, úr Skúlanum í Miðvági. Tey fingu 34 góð ár saman. Jóan Pauli doyði í 1977 bert 61 ára gamal. Tey fingu 6 børn, tey eru: Hans, Jóhannes, Anna, Elinborg, Dánial Jákup og Malan. Øll børnini búgva í Vágum.
Hóast tað at hoyrnin og sjónin eru farin at bila, klárar hon seg sjálv heima. Altíð er hon klár at fjálga um familjuna, børn, ommubørn, langommubørn og systrar.
Føðingardagurin verður hildin hjá Dánial Jákup og Hervør í Miðvági.
Vit ynskja henni henni hjartaliga tillukku við 85 ára degnum og blíðan byr framyvir.
Børnini við familju