Føroysk børn sum vitja á Søgusavninum í Vestmanna, fáa nú eina serliga frágreiðing um tað tey síggja á teirra máli.
Seinastu fýra árini hava nógv fólk vitja Søgusavnið í Vestmanna, her tey hava møguleikan at uppliva søguna, frá tey fyrstu fólkini komu til Føroya og nærum fram til okkara tíð.
Tey, sum vitja Søgusavnið, hava higartil havt møguleika at velja ímillum føroyskt, danskt, týskt og enskt mál. Men nú er eisini gjørt ein serlig føroysk útgáva, ætlað børnum.
- Vit ásannaðu, at forteljingin, sum tann vitjandi fær gjøgnum oyralurtið var serliga ætlað til vaksin fólk. Og tá nú sera nógvir skúlaflokkar vitja savnið, hildu vit, at tað var betur eisini at hava eina serliga forteljing ætlað børnum, verður sagt úr Søgusavninum.
Tað er kenda barnaútvarpsrøddin hjá Elin á Rógvu sum fortelur, meðan Jákup Veyhe hevur ljóðblandað og lagt ljóðeffektirnar afturat.
(Hoyr ljóðbrotið niðanfyri)










