Elin er læraralærd, og tað eru foreldrini og systirin, Hervør Jørgensen í Miðvági, eisini. Foreldrini eru Kirstin og Jeffrei Henriksen. Hon er ættað av Strondum og hann úr Sørvági. Tey vóru bæði liðug á Læraraskúlanum í 1950. Jeffrei, sum 1. mai í ár fylti 75 ár, er kendur lærari og skúlamaður. Hann var skúlastjóri á Venjingarskúlanum og seinni lektor á Læraraskúlanum, og hann hevur skrivað og givið út eina ørgrynnu av greinum og bókum, sum flestar snúgva seg um skúlaskap, føroyska málið og eisini esperanto.
Fyrstu barnaárini búði Elin á Eiði, har pápin var lærari. Í 1960 fluttu tey til Havnar, har pápin hevði fingið starv í Kommunuskúlanum. Í 1968 gjørdist hann skúlastjóri á Venjingarskúlanum, sum tá var nýggjur.
Elin var liðug í Hoydølum í 1974. Hon fekk tó ikki prógv, tí hon vildi ikki tosa danskt til próvtøkuna í munnligari samfelagsfrøði. Hetta var fyrsta ferðin, at próvtøka var í samfelagsfrøði. Próvdómarin skilti ikki føroyskt, og so spurdist einki burturúr, og harvið restaði próvtalið í munnligari samfelagsfrøði á próvnum.
Eftir árini í Hoydølum las Elin føroyskt á Fróðskaparsetrinum í eitt ár, og aftan á eina tíð við fyrifallandi arbeiði lærdi hon til bókhandlara í Nýggja Bókhandli. Í 1981 flutti hon niður. Hon arbeiddi eitt nú á bóndagarði, áðrenn hon fór á Rudolf Steiner-læraraskúlan í Skanderborg, har hon var liðug í 1985. Í átta ár var hon lærari á Steinerskúlanum í Skanderborg, og so lærdi hon til pedagog á Rudolf Steiner-pedagogskúlanum í Århus.
Í 1998 flutti Elin aftur til Føroya. Tá gjørdist hon leiðari í barnagarðinum á Velbastað. Har var hon í fýra ár. Í 2002 fór hon á Føroya Læraraskúla. Tað var neyðugt, um hon skuldi verða lærari í føroyska fólkaskúlanum. Elin var á Læraraskúlanum í eitt ár, og síðani hevur hon verið lærari á Strondum.
Elin hevur altíð verið sjálvstýrisfólk, og í ungdómsárunum var hon politiskt rættuliga virkin. Hon hevur havt stóran áhuga fyri tjóðskapi og føroyskum dansi. Eftir at hon flutti inn á Strendur at búgva, hevur hon í frítíðarundirvísingini staðið fyri føroyskum dansi (barnadansi), og fyri nøkrum árum síðani var hon við til at skriva álitið í sambandi við frískúlalóggávuna.
Elin eigur ein son. Hann eitur Jóhannes, og hann er føddur í 1993.









