Tað verður nýggi stjórin á Ferðaráðnum og Menningarstovuni, sum skal flyta fram grækarismessurøðu í Havn Grækarismessuhaldið hja Skótaliði Sigmunds Brestisonar verður á Vaglinum í Havn klokkan 15 sunnudagin.
Undan hesum verður skrúðgonga eftir Bøgøtu, Tróndargøu og Niels Finsnesgøtu, og fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla til haldið.
Fyrireikararnir heita á alla skótar at møta ein tíma undan haldinum í skótahølum sínum.










