Aftur í ár skipar Havnar Hornorkestur fyri Flaggdagshaldið í Havn, soleiðis sum orkestrið hevur gjørt tað hvønn flaggdag í óminniligar tíðir.
Skrúðgongan byrjar klokkan 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn ganga í skrúðgongu.
Gingið verður úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið og í ár verður tað Elin Brimheim Heinesen, ið fer at halda flaggdagsrøðuna.
Flaggdagin eru 75 ár síðan at Merkið varð viðurkent sum flagg føroyinga undir krígnum.
Flaggfundir vóru á Vaglinum henda dag í 1941 og 1942, men so var ein steðgur til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók henda siðin uppaftur og hevur skipað fyri flaggdagshaldi í Havn á hvørjum ári síðani.
Havnar Hornorkestur varð stovnað tann 13 februar 1903. Sostatt hevur tað uvir 100 ár á baki og er eitt av elstu tónleikafeløgunum í Føroyum.
Havnar Hornorkestur vann evropameistarakappingina fyri hornorkestur í b-bólkurin í 2004, og varð nummar tvey í 2006. Síðan 2006 hevur orkestrið ikki spælt í nakrari altjóða kapping.










