Elin heldur flaggrøðuna á Strondum

Flaggdagin í dag klokkan 15.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.

Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon klokkan 15.00. Gullfinn ber flaggið, og St.Í.F.-kvinnurnar luttaka í skrúðgonguni.

Við bygdahúsið verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Elin Henriksen flaggrøðuna.

Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum.

– Veri hjartaliga vælkomin heilsar Sjóvar kommuna