Ósemja millum Elina Heinesen, miðlaleiðara og Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, førdi í gjár til, at Elin Heinesen er farin úr starvi sum miðlaleiðari í Kringvaprinum.
Í eini innanhýsisfráboðan frá kringvarpsstjóranum verður boðað frá, at tær báðar hava verið ósamdar um kósina og bygnaðin í Kringvarpinum, og at Elin Heinesen hevur mett tað vera ov trupult at virka undir verandi umstøðum.
Tí samdust tær báðar um, at Elin Heinesen fer úr starvi í Kringvarpinum 15. februar.