STARV
Í seinastu viku var móttøka á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Elin Mørkøre, reumatologur, fór frá fyri aldur. Í komandi mánaði verður Elin 69 ár. Upprunaliga ætlaði hon at fara frá fyri tveimum árum síðani, men valdi at halda fram eitt skifti til Landssjúkrahúsið hevði útvegað annan reumatolog. Enn hevur ikki eydnast Landssjúkrahúsinum at seta annan reumatolog í starv. Sum skilst vanta læknar innan hesa sergrein um øll Norðurlond og aðra staðni við. Helst fer tað kortini at eydnast at fáa ein vikar hendavegin í eitt stutt skifti í vár.
Elin hevur havt ein langan arbeiðsdag hesi nógvu árini á Landssjúkrahúsinum, og tí er ikki sørt, at tað er gott at sleppa at gera nakað annað.
- Eg veit ikki, hvussu tað fer at verða ikki at fara til arbeiðis hvønn dag, eg skal royna tað fyrst, men tað verður ivaleyst gott at brúka tíðina til annað, familju og vinir. Hinvegin er tað eitt sindur keðiligt at fara, tá ið eingin er at taka yvir. Sum reumatologur hevur verið nógv at gera, tað átti í grundini at verið tveir reumatologar í Føroyum, so nógvar eru uppgávurnar. Eg eri ikki bangin fyri ikki at fáa tíðina at ganga. Mín vón er bara at Landssjúkrahúsið fær ein annan reumatolog, sigur Elin Mørkøre.
Elin Mørkøre varð útbúgvin lækni í 1958 og reumatologur í 1970. Ein reumatologur er serlækni í giktsjúkum og sjúkum innan rørslulimir, vøddar og liðir. Í 1970 byrjaði hon við privatviðtalu í Havn, tí einki starv var á Landssjúkrahúsinum. Í 1974 gjørdist hon konsulentur á Landssjúkrahúsinum um somu tíð, sum hon hevði privatviðtaluna, og síðani 1974 hevur hon havt sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum, síðani 1981 sum yvirlækni.