Eliesar skal venja ungdómin í EB/Streymi

EB/Streymur og Eliesar Olsen hava gjørt langtíðarsáttmála um umgdómsarbeiðið

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Eliesar Olsen, sum skal verða høvðusungdómsvenjari í felagnum. 

 

Les eisini: EB/Streymur kunngjørt nýggjan venjara

 

29 ára gamli Eliesar Olsen er væl kendur í felagnum, har hann eisini hevur verið venjari hjá besta liðnum. Hann hevur í ár verið venjari hjá 2.deildarliðnum, sum flutti upp í 1.deild. Hann hevur eisini verið venjari hjá U21-liðnum, sum kom í steypafinaluna.

 

- Eliesar er 29 ára gamal og hevur A-venjaraskeið. Hóast sín unga aldur hevur hann drúgvar royndinr sum venjari. Vit er ikki í iva um, at við Eliesar á odda í ungdómsfótbóltinum, so hava vit fingi ein mann, ið bæði fer at gera venjarar og spælarar enn betri, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.

 

Tað er ikki vanligt í føroyskum fótbóltshøpi, at gera sáttmálar, sum eru trý ára langir. Tí tykist talan vera um eitt samstarv, ið báðar partar eru nøgdir við.