Eliesar og Jóna vóru ovfarakát

Eliesar Olsen og Jóna Hentze vóru komin til Danmarkar at hyggja at dóttur síni Vígdis, tá hon vann finaluna í Kan Du Danse? Vit fingu orð á ovfarakátu foreldrini og spurdu hvussu hetta kendist?

- Eg eri bæði yvirraskaður og rørdur, eg visti væl at Vígdis dugdi væl, men tá støðið er so høgt, so er ringt at vita hvussu tað endar. Vit hava sæð so lítið av hennara dansi, hon flutti heimanífrá 15 ára gomul, og síðan tá hevur hon mest dansa uttanlands, so tað er stuttligt at síggja hvussu nógv hon hevur ment seg, segði Eliesar.
- Eg haldi at hetta er heilt óveruligt, segði Jóna, ið ikki hevði torað at trú tí, áðrenn avgerðin var tikin. Hon helt serliga, at tað var flott, at Vígdis kláraði hetta í einum so stórum landi sum Danmark og uttan føroyskar sms atkvøður.
Tað sum eg eri mest glað um er, at hon nú sleppur til New York, segði Jóna og helt fram:
- Hetta hevur verið ein dreymur síðan hon var 17, eg misti svøvnin av henni tá. Tá hon ikki slapp tá, so er gott, at hon, nú hon er meira búgvin til tað, sleppur har yvir, segði Jóna.