Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eliesar Olsen royndi ikki at burturforklára 1-5 tapið á heimavølli ímóti NSÍ í dag. Eliesar Olsen staðfestir kortini, at hansara menn spældu seg fram til væl fleiri málmøguleikar, og tí átti máltalvan at sæð munandi vakrari út. Eliesar Olsen iðrar seg eisini um, at NSÍ fær fleiri av sínum málum, beint aftaná, at Skála brennur stórar málmøguleikar.
Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Helgi L. Petersen kann fegnast um seks stig og seks mál í tveimum dystum, har serliga Klæmint A. Olsen hevur verið eyðsýndur við fýra málum higartil. Hóast 5-1 sigurin, so vóru tað løtur í dystinum, sum Helgi ikki var nøgdur við, har NSÍ lat ov nógv intiativ til Skála.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Eliesar Olsen og Helgi L. Petersen søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.










