Eliesar: - Lekkurt at vinna ein effodyst

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Eliesar Olsen, sum loksins vann ein effodyst

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Eliesar Olsen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, sum vann sín fyrsta dyst, sum venjari í effodeildini, tá EB/Streymur vann 2-1 á AB úti í Vika á Argjum.

 

- Tað er ótrúliga lekkurt at vinna ein dyst, undirstrikar Eliesar Olsen, sum heldur, at tað hevur mangan verið nær við og næstan, bæði við EB/Streymi í ár, og við Skála í fjør. Somikið fegnari er hann um sigurin, og avrikið hjá sínum monnum í dag.