Eliesar Kastalag 60 ár

Í dag verður Eliesar Kastalag á Glyvrum 60 ár. Eliesar er føddur í Klaksvík 19. mars 1944, sonur Jenny og Jógvan Kastalag.

Tey fyrstu árini, aftaná at hann var liðugur í skúlanum, var hann til skips og síðan fór hann í læru á Bedingini í Klaksvík. Eftir at hann hevði fingið sveinabræv sum træskipasmiður, fór hann á skúla í Odense at læra til "bygningskonstruktør", sum tað tá varð kallað.

Heimafturkomin úr Danmark fekk hann starv hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði og arbeiddi har til hann í 1970 fekk starv sum byggifrøðingur hjá Runavíkar kommunu, har hann framvegis starvast.

Eliesar hevur í nógv ár verið froskmaður - bæði til stuttleika og álvara. Av stuttleikaupplivingum kann sigast, at hann fleiri ferðir hevur svomið um Nólsoyarfjørð. Eisini hevur hann arbeitt nógv sum yrkisfroskmaður og ikki at gloyma bjargingaruppgávurnar og var hann eisini á "Katastrofulistanum" hjá løgregluni, har uppgávurnar ikki altíð vóru so tespiligar.

Eliesar hevur verið virkin í skótarørsluni frá ungum árum av og var hann stigtakari til at seta Skótalið Grím Kambans á Glyvrum á stovn í 1983. Skótalívið hevur givið honum sera nógv og dámar honum væl at fortelja um hetta.

Eliesar er giftur Karini av Toftum og eiga tey 3 børn, Elin, Jógvan Ivar og Hanus og 6 barnabørn.

Føðingardagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum í kvøld.

Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og gleða okkum til, at tú kemur aftur til arbeiðis á skrivstovuni.