Eliesar: Høvdu eisini spælt væl naknir

Venjarin hjá Skála var betri hýrdur um 0-0 javnleikin enn starvsfelagin í B68

Aftaná 0-0 javnleikin millum B68 og Skála á Svangaskarði á Toftum fekk Tróndur Arge orðið á høvuðsvenjararnar, Eliesar Olsen hjá Skála og Jógvan Martin Olsen hjá B68.

 

Eliesar Olsen var munandi betri nøgdur við tað eina stigið enn Jógvan Martin Olsen. Eliesar fann sær eisini tíð at flenna eftir, at Skála mátti spæla í vestum. Hann helt fyri, at um so Skála-spælararnir høvdu spælt naknir, so høvdu teir framvegis spælt væl.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Eliesar Olsen og Jógvan Martin Olsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.