Millum manna var hann nevndur Issa. Foreldrini Elin Petrina og Jógvan Hammer vóru bæði eiðisfólk. Hann var giftur við Lisu, sum eisini var av Eiði. Hon var dóttir Onnu Suffíu, f. Højsted, og Jóan Petur Ellingsgaard.
Lisa og Issa búsettust á Eiði og fingu 3 børn:
Jógvan er giftur við Lis Djurhuus, og tey búgva í Havn.
Anna er gift við Inga Mohr, og eisini tey búgva í Havn.
Elin giftist í 1977 við Eilif Nielsen í Klaksvík. Hon doyði í 1993.
Lisa doyði í fjør, 87 ára gomul.
Ein stóran part av lívinum var Issa sjómaður. Hann fór til skips 16 ára gamal í 1928. Fyrsti túrurin var við Keflavík við Óla Max í Vík sum skipara.
Í 1930 fór Issa við Vikholm, sum Jens Evensen í Havn átti, men tað bleiv bara til ein suðurlandstúr, tí skipið var so kavrotið, at tað varð lagt, tá teir komu aftur.
Sama árið fór hann við Gefion til Grønlands. Knút Petur Jacobsen av Eiði var skipari. Teir høvdu eina ógvuliga ringa heimferð. Teir fóru úr Føroyingahavnini 1. september og komu ikki á Eiðisflógva fyrr enn á Mikkjalsmessu. Tá høvdu teir eisini ligið bakk í 10 dagar vestur ímóti Amerika.
Í 1932 fór hann við Svínoynni. Skipari var Jákup hjá Jensi á Viðareiði. Í 1938 fór hann við Esther hjá Seglhúsmonnunum í Klaksvík, og í 1941 var hann við Stella Argus hjá Pf. Kimbli í Havn. Á veg heim úr Fleetwood vórðu teir álopnir av týskum flogfari, sum skeyt eftir teimum og bumbaði. Kúlurnar raktu trolaran, men ongin mnasskaði hendi. Issa var eisini við øðrum skipum.
Hann fór so við Dragaberg, sum Kjølbro átti, og Kaj Johannesen førdi. Eftir tað sigldi hann við trolarum, sum Kaj hjá Mortani førdi. Hann sigldi eisini eina tíð við Hans Paula Johannesen. Sín seinasta túr var Issa við Enniberg, sum Mortan, sonur Kaj, eigur.
Issa var tó ikki á sjónum alla sína tíð. Hann arbeiddi í eini 20 ár á flakavirkinum Norðís.
Maður, sum hevur siglt so nógv sum Issa, kemur út fyri so mongum. Einaferð, í 1962, var hann við Skálabergi, tá teir komu í eina ódn. Teir lógu bakk í fýra samdøgur. Meðan øll manningin var har afturi í skipinum, var Issa einsamallur har frammi í tvey samdøgur uttan mat. Tað var ikki hugsingur um hjá honum at koma aftur til hinar.










