Eliesar ergrar seg um enn ein mistan sigur

Albert Ellefsen sá ikki aðrar møguleikar fyri ÍF, enn at spæla langar bóltar

Høvuðsvenjarin hjá ÍF var lættur, og Høvuðsvenjarin hjá Skála var harmur um 2-2 javnleikin millum Skála og ÌF á Skála.

 

Albert Ellefsen ásannaði, at ÍF hevði ikki annað at gera enn at seta Bartal Eliasen fram í álopið, og royna teir langu bóltarnar, og tað gav úrslit, tá Bartal ímóti dystarenda tryggjaði ÍF tað eina stigið.

 

Eliesar Olsen mátti aftur síggja ein Skála-sigur gleppa úr hondum, og hevur enn tann fyrsta sigurin til góðar í effodeildini 2014. Kortini kundi Eliesar fegnast um nógv av tí, sum fór fram á vøllinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Albert Ellefsen og Eliesar Olsen høvdu at siga aftaná dystin.