Essa varð føddur í Havn og vaks upp úti við Skansavegin í Havn. Foreldrini vóru Sigrid og Andrias (Dis) Arge. Mamman var ættað úr Gøtu, meðan pápin var havnamaður. Abbin var gamli urmakarin Eliesar Arge. Argjaslagið dugdi væl til hendurnar, og hjá Essa vísti hetta seg, tá hann gjørdist ein av okkara bestu kirurgisku læknum.
Essa vaks upp í fíggjarligu trongu tríatiárunum, men kortini kláraði hann at taka realprógv og seinri, tá ið heimsbardagin leikaði á, eisini studentsprógv. Hugurin hjá honum stóð til víðari úrbúgving og læknayrki var tað, hann hevði valt sær. Hann slapp ikki uttanlands at læra beint eftir studentspróvtøkuna, men byrjaði í ávísan mun at “fara í læru” hjá Paula Dahl, yvirlækna á Dronning Alexandrines Hospitali, men tá kríggið hæsaði av, fór hann til Danmarkar at nema sær víðari útbúgvingina. Tá vóru fíggjarligu møguleikarnir til lesnað við stuðuli og hvørt av sínum ikki teir somu sum nú. Hann noyddist tí eisini at arbeiða í lestrartíðini. Fleiri túrar var hann til skips, millum annað fleiri túrar við trolara við Hans Paula Johannesen sum skipara.
Í øllum, sum hann tók sær fyri, var hann sera málrættaður. Lestrartíðin skuldi nýtast á rættan hátt og útbúgvingin klárast skjótast gjørligt. Hann kláraði tí eisini at taka sítt læknaprógv til normeraði tíð, og longu fyrst í fimtiárunum kundi hann byrja at arbeiða sum lækni. Og arbeiða tað gjørdi hann eisini. Lønin hjá ungum læknum tá ið tíðini var helst ikki serliga høg, men umframt síni kandidatstørv, so arbeiddi hann eisini á annan hátt, millum annað koyrdi hann nógv læknavakt í Keypmannahavn í fleiri ár.
Meginpartin av teim fyrstu árunum sum lækni arbeiddi hann á sjúkrahúsum í Keypmannahavn, men eisini aðrastaðni í Danmark. Okkurt tíðarskeið var hann eisini á Landssjúkrahúsinum í Havn sum hjálparlækni. Men arbeiðssamur og málsøkin sum hann var, so vildi hann gerast spesiallækni í kirurgi, og hansara ynskidreymur var at gerast kirurgiskur yvirlækni í heimbýi sínum, Havnini. Hetta eydnaðist honum eisini. Í 1966 fekk hann starv sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og har virkaði hann til hann gavst fyri aldur í 1995.
Essa var umhildin sum ein sera góður og dugnaligur lækni. Hann kundi virka eitt sindur afturlatin sum persónur, men hann var eitt sera hjálpsamt og hjartagott menniskja. Persónliga kom eg at kenna Essa, meðan eg las og arbeiddi í Danmark í fimtiárunum og fyrstu sekstiárunum. Lydia kona Essa og Lydia kona mín vóru skyldkonur, og vit komu nógv saman ta tíðina í København. Men ikki minni komu vit saman aftaná, at vit vóru flutt heimaftur til Føroya. Vinarlagið hevur verið sera gott okkara millum og ikki minst hevur Essa hjálpt okkum læknaliga í vissum førum, tá á hevur staðið. Báðir synir okkara hava honum nógv at takka fyri, tá teir høvdu brúk fyri hansara hjálp.
Aftaná hesi mongu ár við góðum vinarlagi er tað við sorgblídni eg siti og skrivi hesar reglur. Ein góður maður, sum livdi og virkaði fyri onnur, fyri síni nærmastu, sínar vinir og fyri sítt land og fólk, og gav so nógv av sær sjálvum til alt samfelagið bæði í sínum vanliga starvi og harafturat fekk tíð til at virka í politikki til frama fyri bæði land og kommunu. Hann minnist eg við størstu virðing og takksemi, og sendi bæði frá mær og konuni heilsur og tankar til tykkara Lydiu, Hannu og Sigrid og øll tykkara. Tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba.
Vit lýsa frið yvir minnið um Eliesar Arge. Má tað liva leingi millum okkara.
Jógvan Sundstein