Elias var toppskjútti tá THW Kiel vann á PSG

THW Kiel vann ein knasandi flottan sigur á PSG á útivølli í París í EHF Champions League

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava í kvøld vunnu ein flottan 34-28 sigur á PSG á útivølli EHF Champions League.

 

Í steðginum var PSG á odda 14-13.

 

Elias gjørdist saman við Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel. Elias og Reinkind skutu sjey mál hvør.

 

Elias legði eisini hegnisliga upp til fleiri mál hjá Kiel.

 

Kiel er fremst í bólki A við 10 stigum fyri seks dystir. Nummar tvey er PSG við átta stigum. Teimum á baki koma Aalborg og Kielce við sjey stigum hvør.

 

16. november tekur Kiel móti Aalborg á heimavølli.

 

Kiel spælir komandi dystin í bundesliguni á útivølli móti Göppingen komandi sunnudag.