THW Kiel, eitt stórfelag í týskum og evropeiskum hondbólti.
Tað verður sambært Göteborgsposten og Aftonbladet komandi arbeiðsgevarin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á sumri 2023.
Norski stórspælarin, Sander Sagosen skiftir frá THW Kiel til Kolstad heima í Noregi komandi summar, og tá er sambært svensku miðlunum ætlanin, at Elias skal vera avloysarin hjá Sander Sagosen.
Emil Berggreen, ítróttarstjóri í núverandi felagnum hjá Eliasi, Sävehof vil tó ikki vátta enn um Elias fer at skifta til THW Kiel komandi summar.