Best av fimm dystum. Soleiðis er skipanin við endaspælsdystunum í bestu hondbóltsdeildini í Svøríki.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof komu í kvøld væl frá landi í tí fyrstu fjórðingsfinaluni móti Eskilstuna.
Talan bleiv um ein 32-21 stórsigur til Sävehof. Longu í fyrra hálvleiki var greiður munur, og tá liðini fóru til hálvleiks var Sävehof á odda 16-11.
Størsta lokalblaðið, Göteborgsposten dregur serliga fram málverjan hjá Sävehof, Bertram Obling sum eina av høvuðsorsøkunum til, at Sävehof vann stórsigur. Bertram Obling hevði ein hóp av góðum bjargingum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu slapp at royna seg í seinna hálvleiki. Elias skoraði fýra mál, harav eitt uppá brotskast. Tó brendi Elias eitt annað brotskast.
Komandi hóskvøld verður onnur fjórðingsfinalan móti Eskilstuna í Eskilstuna.
Skuldi tað farið til fimm fjórðingsfinalur fær Sävehof tríggjar á heimavølli.
Göteborgsposten heldur, at Elias og liðfelagarnir hjá honum eiga at vinna ein samlaðan sigur á Eskilstuna, og harvið vinna seg í hálvfinalurnar.
Í VikuskiftisSosialinum ber til at lesa eina áhugaverda longri samrøðu, ið Pætur Albinus hevur gjørt við Elias Ellefsen á Skipagøtu.