Elias og Sävehof hildu fast í oddasessin við heimasigri

Sävehof er einasta ósigraða liðið í bestu svensku hondbóltsdeildini

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt mál uppá fýra málroyndir tá lið hansara, Sävehof vann 29-25 á Hammarby. Í steðginum hevði Sävehof eina greiða 17-10 leiðslu.

 

Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var Sävehof á odda 29-22, men eftir tað fingu teir ikki fleiri mál.

 

Bertram Obling í málinum hjá Sävehof var stóra hetjan í kvøld. Hann hevði eitt bjargingarprosent uppá 48,6 prosent. Sebastian Karlsson var toppskjútti við fimm málum. 

 

Sävehof er einasta ósigraða liðið í bestu svensku hondbóltsdeildini, og er oddalið við sjey stigum fyri fýra dystir.

 

5. oktober spælir Sävehof móti Hallby á útivølli.