Elias og Sävehof eru úti av svenska meistarastríðnum

Ein út av lagi vánaligur seinni hálvleikur kostaði Sävehof dýrt í fjórðu hálvfinaluni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof er úti av stríðnum um svenska meistaraskapið í manshondbólti aftaná 26-29 tap fyri Ystad í fjórðu hálvfinaluni, ið var leikt á útivølli.

 

Ystad vinnur seg í finalurnar við einum samlaðum 3-1 sigri í teimum fýra uppgerðunum.

 

Annars stóð væl til hjá Sävehof í steðginum, tí tá vóru teir í Sävehof á odda 15-11. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Sävehof til 17-11, men so steðgaði upp hjá Sävehof. Ystad vann seg uppá 17-18 áðrenn Sävehof fekk høvdið fyri seg aftur eina løtu. Sävehof var á odda 23-21, men tá skoraði Ystad fýra mál á rað og fekk eina 25-23 leiðslu. Eftir tað slepti Ystad ongantíð leiðsluni aftur.

 

Hetta er fyrstu ferð í 30 ár, at Ystad vinnur seg í finalurnar. 

 

Elias skoraði tvey mál fyri Sävehof í kvøld. 

 

- Vit brenna alt ov illa, sigur Elias í samrøðu við Göteborgsposten. Elias fortelur eisini fyri blaðnum, at hann hevur ikki kunnað vant við fullari megi seinastu vikurnar tí ein skaði hevur argað.

 

Sävehof vann steypakappingina og grundspælið, men fær ikki høvið at endurvinna meistaraheitið.