Sävehof hevði seinnapartin heimadyst móti Eskilstuna í tí triðju fjórðingsfinaluni millum liðini, har spælt verður best av fimm dystum.
Sävehof var á odda 2-0 frá tveimum teimum fyrru fjórðingsfinalunum, og í dag togaði Sävehof seg uppá 3-0 í fjórðingsfinalunum, og eru Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir sostatt víðari til hálvfinalurnar har eisini verður spælt best av fimm dystum.
Sävehof vann í dag 28-27 á Eskilstuna. Tað var javnt gjøgnum allan dystin, og í steðginum var javnleikur 13-13.
Elias Ellefsen á Skipagøtu sum hevur verið sera eyðsýndur í tveimum teimum fyrru fjórðingsfinalunum var ikki líka eyðsýndur í dag. Elias skoraði eitt mál fyri Sävehof í dag.
Tað er javnari í hinum fjórðingsfinaluuppgerðunum í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini, og tí fer Sävehof ikki at spæla ta fyrstu hálvfinaluna fyrrenn aftaná páskir tá allir hálvfinaluluttakararnir eru funnir.