Elias hevði í miðal flest "assist" í allari EM-undankappingini

Kroatiski ítróttarmiðilin, Ofenziva hevur roknað saman ymisk hagtøl í júst lidnu EM-undankappingini. Hákun West av Teigum er fimtbesti málskjúttin í allari EM-undankappingini

Hondbólts-Føroyar fegnast, og enn eru fleiri sum ikki eru lend aftaná harða leikin móti Eysturríki, har tað eydnaðist at knógva luttøkuna í EM-endaspælinum heim.

 

Ein av størri ítróttarmiðlunum í Kroatia, Ofenziva hevur roknað upp á ymiskt í samband við, at EM-undankappingin er lokin.

 

Og har hava teir funnið ein føroyskan vinnara.

 

Í allari EM-undankappingini hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu besta miðalsnittið, tá um upplegg til mál (assist) ræður.

 

Elias var tíverri ikki við í teimum fyrru dystunum móti Ukraina og Eysturríki. Men í teimum fýra undankappingardystunum Elias leikti hevði hann heili 31 assist, og harvið eitt miðalsnitt upp á 7,75 mál pr. dyst, ið er tað hægsta assist-miðalsnittið í allari EM-undankappingini. Og so kunnu vit bara gita hvussu nógv assist talan hevði verið um, um hann leikti við í øllum seks undankappingardystunum.

 

Sambært Ofenziva var Hákun West av Teigum fimtbesti málskjúttin í allari EM-undankappingini við 39 málum, ið er eitt snitt upp á 6,5 mál, ið er eitt flott avrik hjá Hákuni. 

 

Hákun skoraði samlað bert trý mál færri enn toppskjúttin í allari EM-undankappingini, Giorgi Tskhovrebadze úr Georgia.