Víkingur boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við málverjan, Elias Rasmussen, fyri komandi tvey kappingarárini.
Elias Rasmussen fekk seg til hetta kappingarárið á fyrsta sinni av álvara royndan í málinum hjá Víkingi, tá hann tók yvir sum fyrsti málverji í felagnum eftir Geza Turi, sum var givin. Elias Rasmussen átti eisini ein týðandi lut í góða kappingarárinum hjá Víkingi, har felagið vann FM-heitið og spældi seg víðari í Champions League kappingini.
Í Víkingi fegnast tey um, at Elias Rasmussen, ið altso er uppvaksin í felagnum, hevur valt at binda seg til barndómsfelagið.
Umframt Víkingi, hevur Elias Rasmussen eisini umboða grannarnar úr ÍF, har hann í seinnu hálvu av 2016 stóð í mál. Elias Rasmussen er 21 ára gamal.