Elias Ellefsen á Skipagøtu er týskur Super Cup vinnari (stórsteypavinnari).
Elias og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu í Super Cup dystinum 37-36 á Rhein-Neckar Löwen.
PSD BANK DOME i Düsseldorf var í kvøld ramman um Super Cup dystin (stórsteypadystin) millum THW Kiel og Rhein-Neckar Löwen. Og nógvir føroyingar hugdu eftir dystinum á TV3 MAX ella á Viaplay.
Vanligi dysturin endaði við javnleiki 33-33. Farið var beinleiðis til brotskastskappingina.
Elias var tryggur tá hann skuldi taka sítt brotskast í brotskastskappingini. Í vanligu leiktíðini var Elias noteraður fyri tvey mál og eitt assist.
THW Kiel hevur stóran hóp. Spælast skulu 14 innleiðandi dystir í Champions League, nógvir dystir í bundesliguni umframt dystir í steypakappingini.
So Elias fer at fáa sínar møguleikar.











