Elias er millum fimm teir fremstu í serligari kategori

Handbollskanalen metir Elias Ellefsen á Skipagøtu vera millum fremsta "exportin" úr bestu svensku hondbóltsdeildini

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen hevur valt Elias Ellefsen á Skipagøtu til eina serliga topp-5 kategori í samband við EM-endaspælið í hondbólti í Týsklandi, ið byrjar í komandi viku.

 

Elias er ein av: "Fimm teimum bestu "exportunum" frá bestu svensku hondbóltsdeildini undir EM-endaspælinum". Ein øðrvísi kategori má staðfestast.

 

Hinir fýra leikararnir í hesi kategoriuni eru: Christian O´Sullivan, Vetle Eck Aga og Torbjørn Bergerud hjá Noregi, og Arnar Freyr Arnarson hjá Íslandi.

 

Um Elias skrivar Handbollskanalen, at hann domineraði bestu svensku deildina tey árini hann spældi við Sävehof. Handbollskanalen ásannar, at tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá Eliasi í THW Kiel, men Handbollskanalen er ikki í iva um, at Elias fer at hava ovurhonds stóran týdning fyri Føroyar. Handbollskanalen heldur, at tað vera fáir leikarar í EM-endaspælinum, ið vera meira verdir at hyggja eftir sum Elias.