Elias er besti leikarin í apríl í bestu svensku hondbóltsdeildini

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt ein ótrúligan apríl-mánað

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt nógv at gleðast um farna mánaðin.

 

Fremst av øllum hevur hann saman við liðfeløgum sínum á landsliðnum vunnið rættin at taka lut í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar. Eisini er Elias leikarin sum hevur í miðal flest upplegg til mál (assist) í allari EM-undankappingini. Elias hevur í snitt lagt upp til 7,75 mál pr. dyst.

 

Í bestu deildini í Svøríki hevur Elias saman við liðfeløgunum í Sävehof vunnið seg í hálvfinalurnar í endaspælinum. 

 

Og omaná alt hitt er Elias valdur til at vera besti leikarin í bestu svensku deildini hendan farna mánaðin.