Tað vóru stórar vónir til 18 ára gamla føroyska stórtalentið í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu, tá hann síðsta sunnudag fekk sín fyrsta A-landsdyst í EM-undankappingardysti ímóti Ukraina.
Føroyar taptu dystin 26-25, men Elias var serliga eyðsýndur í dystinum við sjey málum og sum heild sera góðum spæli.
At nógv verður væntað av honum er ikki fremmant fyri unga hoyvíkingin, sum nú er fulltíðar hondbóltsspælari í svenska IK Sävehof.
- Eg veit, at fólk vænta sær nógv av mær, men tað hugsi eg ikki so nógv um, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu við Sosialin í dag.
Longri samrøða við Elias Ellefsen á Skipagøtu er at lesa í Vikuskiftissosialinum, har hann eitt nú greiðir frá uppvøkstrinum í Hoyvík, gerandisdegnum í Svøríki og framtíðarætlanunum.