Málverjin á U21 landsliðnum, Elias Rasmussen, verður ikki tøkur at spæla komandi tveir U21 landsdystirnar móti Russlandi og Aserbadjan. Hann hevur borið ein fingur.
Les eisini: Avrikið er avgerandi
Tað var til venjing á Tórsvølli, at ÍF málverjin metti at ein fingur var farin úr lið. Tað vísur seg nú, at fingurin er brotin og tí er Elias Rasmussen sendir heim frá U21 landsliðsleguni. Hann er útleigaður frá Víkingi.
Í hansara stað er komin NSÍ málverjin Karsten Hansen. Hann hevur hvat eitt gott kappingarár á 1.deildar liðnum hjá NSÍ, umframt at hann spælir við U18 liðnum, ið vann steypagull farna vikuskiftið.
Les eisini: Ein broyting á U21 landsliðnum
Fyrsti málverji verður nú Niklas Thomsen, sum verjir málið hjá næst besta liðnum hjá HB. Hann hevur verið við nakrar ferðir, men ikki fingið møguleikan enn.
- Niklas hevur nú bíðað eftir møguleikanum, so hann er klárur, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá U21 landsliðnum.