Elia Enghamar maskottur á Anfield

8 ára gamla Elia Enghamar var maskottur til dystin millum Liverpool og Bayern Munchen

Tað var ein føroyingur á vøllinum, tá Liverpool og Bayern Munchen í gjár spældu málleysan javnleik í Champions League. Talan er um 8 ára gomlu Elia Enghamar, sum var maskottur hjá Liverpool.

 

Í samband við at eitt spanskt filmslið hevur verið í Føroyum og sett fokus á Liverpool fjeppara og gentur í fótbóltumhvørvi, so fekk ein føroysk genta høvi at verða maskottur til stóra dystin á Anfield.

 

Valið fall á Eliu Enghamar, sum er dóttur Virgar og Anniku Enghamar. Tá dysturin byrjaði sást at Elia Enghamar fylgdist við miðverjanum hjá Liverpool Joel Matip inn á vøllin. Í Bowlinghøllini, har Virgar Enghamar var staddur, var stórur fagnaður, tá Elia sást á skerminum. Mamman er við Eliu í Liverpool.

 

Joel Matip hevur í besta føri verið miðal í hesum kappingarárinum, men spældi nú bara væl týskvøldið. So helst kunnu Elia og Enghamar familja taka ein part av æruni, at Liverpool við eini skerdari verju fekk málleysan javnleik móti Bayern Munchen.