Eli: Vit reistu okkum í seinna hálvleiki (FM1)

(FM1) Hjálparvenjarin hjá landsliðnum iðrar seg um stórtapið, men slær fast, at venjingardysturin gjørdi sína nyttu kortini

##med2##

- Tað er nakað lort at tapa fótbóltsdystir. Tað letur hjálparvenjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Eli Hentze ongan iva vera um.

- Men spælararnir reistu seg í seinna hálvleiki, sigur Eli og vísir á seinna hálvleik har føroyska liðið helt málið reint.

Hóast eitt svíðandi stórtap, so slær Eli Hentze fast, at dysturin hevði stóran týdning fyri venjaratoymið og fyri hópin, tí fingu roynt ymiskt í hesum venjingardystinum, og tí heldur Eli Hentze, at tað var ómakin vert at spæla dystin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hjá FM1 gjørdi við Eli Hentze aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við roynda miðvallaran, Sølva Vatnhamar.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan, Teitur Matras Gestsson.

(Samrøða: Eli Hentze aftaná 0-4 tapið móti Danmark)