Eli Smith hevur á egnum forlag givið út bókina ?Teknið ? nakað um tekning og annað?.
Bókin er 52 síður við hópin av tekningum, skitsum og myndum, har listamaðurin á ein einfaldan hátt vísir á grundreglurnar í tekning og hvørji tekniamboð kunnu nýtast.
Bókin, sum er væl egnað til skúlabrúks, kemur í handlarnar fríggjadagin. Tað er forlagið Undir Brúnni við Britu og Eli Smith, sum gevur bókina út.









