Eli varð snýttur í Polen

Polski venjarin var so vónbrotin, at hann gloymdi avtaluna, sum hann hevði gjørt við føroyska starvsfelagan

U-21 landsliðið í fótbólti ferðast í dag heim úr Polen, har tað í gjárkvøldið endaði 1-1.

Hetta er frálíkt úrslit, sum fleiri útlendskir miðlar hava havt á orði. Tað er ikki so undarligt, tí U-21 landsliðið hjá Polen var undan øllum dystunum, sum vóru í gjár, ein av størstu favorittunum av øllum hjá veddingarfeløgunum.

 

Dysturin var klokkan 17 ígjár. Í fyrradagin klokkan 17 vandi føroyska liðið á Zaglebia Lubin Stadion, har dysturin varð spældur ígjár.

Eli Hentze, venjari hjá U-21 landsliðnum, greiðir soleiðis frá vónbrotinum tað var fyri heimaliðið og øll tey kring polska landsliðið, at tað ikki eydnaðist at vinna ímóti Føroyum - fyri aðru ferð innan tíggju mánaðir endaði tað javnt millum Føroyar og Polen:

-Har heilsaði eg uppá polska venjaran Czeslaw Michniewicz. Vit heilsaðu eisini uppá hvønn annan, tá ið liðini hittust í november í Føroyum, og úrslitið var 2-2. At vit ta ferðina tosaðu góða løtu saman komst av, at polski venjarin og Piotr Krakowski, sum er ættaður úr Polen og hevur verið nógv á Sandi, og polski U-21 landsliðsvenjarin kennast væl.

 

Tá ið vit hittust hósdagin, avtalaði polski venjarin við meg, at vit skuldu hittast aftaná dystin, so hann kundi vísa mær blíðskap. Avtalan var eisini, at soleiðis skuldi tað verða, uttan mun til hvat úrslitið á vøllinum bleiv. Tá ið dysturin var av, sá eg ongantíð nakað aftur til polska venjaran. Hann hevur ivaleyst verið so vónbrotin av sínum monnum, at teir ikki megnaðu at vinna ímóti Føroyum, at hann hevur gloymt alt um avtaluna, sum hann hevði við meg, sigur væl nøgdi føroyski venjarin.

 

48 ára gamli polski venjarin og Eli Hentze eru mest sum  javnaldrar. Eli er føddur 1. september 1969, og Czeslaw Michniewicz er føddur 12. februar 1970. Í heimlandinum verður hann í spølni nevndur tann polski Moorinho. Í fjør tók hann við sum venjari hjá U-21 landsliðnum, eftir at hann síðani 2003 hevði verið venjari hjá feløgum.

Sum spælari var hann málverji, men hann var ongantíð á landsliðnum.