Um vikuskiftið var Hoyvíkskappingin í duathlon. Kappast var á økinum kring Studentaskúlan, og súkklað var móti Boðanesi, eftir Ringvegnum, og aftur til skúlan. Runnið var eisini á økinum kring skúlan.
Súkklað var 21 kilometrar og runnið 10,5.
Byrjað var sum samlaður startur ,og súkklað var 6 ferðir runt. Skjótt var, at Eli Christiansen og Gunnar Dahl Olsen løgdu seg á odda, og nakað aftanfyri teir kom Andrass Joensen. Í aftara endanum vóru tað Kári Simonsen og Evald Rasmussen, ið sum ikki einaferð kappaðust sínamillum.
Eli rann skjótari
Byrnanarstøðan helt sær til skift var til renning. Eli legði út sum eitt óløgi og slapp eitt sindur framum Gunnar, sum hinvegin royndi at vinna missin innaftur. Men Eli var sterkari á renniteininum hesaferð og vann.
Andrass Súkklaði og rann púra einasmallur. Hann kundu ikki fáa fatur á Gunnari, og Kári og Evald høvdu ongan møguleika at fáa fatur á honum.
Í kappingini millum Kára og Evald, var Kári tann stinnari, og legði seg beinanvegin fram um Evald og økti um munin alla tíðini.
Til Íslands at kappast
Hetta var triðja kappingin hjá felagnum í ár, og verður næsta kapping 2. apríl. Tað verður ein sprint triathlonkapping t.v.s. at svomið verður 750, súkklað 20 km og runnið 6 km. Svomið verður í Svimjihøllini í Havn. Súkklað verður frá svimjihøllini, til Skansan og niðan aftur. Teinurin verður súkklaður tríggjar ferðir. Runnið verður seks ferðir á økinum hjá Skógrøkt Landsina. Byrjað verður kl. 13.00.
Kappast verður eisini í 1/12 triathlon t.v.s. at tey, ið vilja royna seg fyri fyrstu ferð sleppa á ein styttri tein.
3. juni fer triathlonfelagið til Íslands at kappast. Íslendingar hava boðið felagnum at verða við í kappingini um íslendska meistaraheitið sum gestir.
1. Eli Christiansen1.05,260.48,341.53,48
2. Gunnar Dahl Olsen1.05,260.48,581.54,22
3. Andrass Joensen1.08,260.50,501.59,16
4. Kári Simonsen1.17,280.59,572.17,25
5. Evald Rasmussen1.17,281.04,182.21,46










