Eli tippar og øll málini í 5. umfari

FSF Varpið: Her sært tú eisini øll málini í 5. umfari í Betri deildini

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Eli Hentze. Og hann væntar, at eftir komandi dystir, hevur KÍ økt um leiðsluna í Betri Deildini hjá monnum. Í varpinum hesaferð eru eisini øll málini í 5. umfari, sum varð spælt hóskvøldið

 

Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini

 

Sunnudagin 15. apríl klokkan 15:00 verður 6. umfar í Betri Deildini hjá monnum spælt. Dystirnir eru NSÍ – HB, 07 Vestur – B36, EB/Streymur – Víkingur, Skála – KÍ og TB/FCS/Royn – AB.

 

At umrøða dystirnar í FSF Varpinum hesaferð er komin U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze. Hann væntar tveir heimasigrar, tveir útisigrar og ein javnleik. Og hann roknar eisini við, at tá 6. umfar er fari afturum, hevur KÍ økt um leiðsluna í fremstu deildini hjá monnum.