Eli Smith, listamaður, hevur í hesum døgum málningaframsýning í Stephanssons Húsi á Kongabrúnni í Havn. Hósdagin 3. juli læt ein málningaframsýning við listamanninum Eli Smith upp í Stephanssons Húsi í Havn við 20 ymiskum málningum.
Talan er um steinmálningar við ymiskum myndevnum sum t.d. ?á fjøllum? og ?stjørnuhav?.
Framsýningin er opin í dag til kl. 18, leygardagin og sunnudagin frá kl. 14-18.
Framsýningin endar mánadagin 7. juli, tá opið er frá kl. 9-16.










