Eli slapp væl

Miðvallarin hjá B36 fekk eina sera harða takkling á seg, tá ið B36 og ÍF spældu fyrradagin

Talan var um eina góða Ólavsøku hjá B36. Føroyameistararnir frá í fjør bukaðu ÍF 4-0, har nýggi framherjin í felagnum, Philip Lund, skoraði tvey mál. Tó var ein hending seint í dystinum, ið køvdi gleðina eitt vet hjá teimum úr hvíta árstalsfelagnum.

 

Miðvallarleikarin Eli Falkvard Nielsen fekk eina sera harða og ófantaliga takkling á seg og varð borin av vøllinum á børu. Ótti var fyri, at talan fór at verða um ein langtíðarskaða, men sum skilst, so spældi væl av eftir umstøðunum. Hann hevur fingið ein snudd í knæið, men verður møguliga klárur til næsta dyst hjá B36, sum er sunnudagin ímóti FC Suðuroy í Gundadali. Talan er ikki um nakran drúgvan skaða.

 

Harða takklingin á Eli kann síggjast her. Rúni Dam eigur upptøkuna.