HONDBÓLTUR
Kyndil førdi at kalla allan dystin í Vestmanna sunnudagin, har teir vóru á vitjan hjá VÍF í seinasta umfari av Atlantic Airways kappingini hjá monnum. Bæði VÍF og Kyndil høvdu tryggjað sær luttøku í FM-finaluni undan dystinum, og tí hevði hesin dysturin ikki tann heilt stóra týdningin. Síðstu 10 minuttirnar av dystinum kom VÍF tó væl aftur, og at enda megnaðu teir eisini at vinna dystin við einum máli.
Hetta var ikki minst takka verið eina vælleikandi Eli Müller í málinum, men longu nú er greitt, at Eli ikki stendur í málinum í fyrsta finaludystinum ímóti Kyndli. Hann fekk nevniliga reytt kort í seinastu sekundunum av dystinum í gjár. Vit hava spurt Eli, hvat tað var, sum hendi.
- Eg bjargaði eini roynd frá Róki í seinastu sekundunum, og bólturin støkk út ímóti teirra høgra vongi. Hann hevði tó neyvan nakran møguleika at fáa bóltin, so í einum gleðisrúsi sparkaði eg bóltin upp í loftið, í staðin fyri bara at taka hann upp í hendurnar.
Dómararnir góvu Eli reytt kort fyri hendingina, og Eli metti sjálvur, at hetta var rættiliga býtt gjørt av honum.
- Hatta var sjálvandi ótrúliga býtt av mær. Eg skuldi ikki havt gjørt hatta, men eg var bara so glaður um at fáa sigurin eftir at hava verið so langt aftanfyri. Eg kann tó ikki siga nógv um reyða kortið, tí tað er helst í lagi. Hatta er helst tað man kallar ósportlig upptraðkan, og so skal man hava reyða kortið, staðfesti ein heldur skuffaður Eli Müller eftir dystin.
Reyða kortið ger, at Eli ikki verður tøkur til fyrsta finaludystin, sum verður í Havn komandi vikuskiftið, og hetta er ein dyggur smeitur hjá VÍF. Teir ava tó ein góðan málmann í Bárði Nielsen á beinkinum, men tað vildi sjálvandi verið betri at havt báðar tøkar til týdningarmikla dystin.











