Í dag klokkan 16:30 letur upp listaframsýning hjá Eli Smith í hølunum hjá Tutl í Fútastovu í Havn.
Eli hevur seinastu tíðina málað nógvar vatnlitsmyndir ymsastaðni í Føroyum, eitt nú í Kunoy, Havnardali, á Hvítanesi og á Velbastað.
Á framsýningini eru eini 8 - 10 vatnlitsmyndir, akvarell.
Eli er 3. listamaðurin, sum hevur framsýning í Fútastovu. Í summar sýndi Philippe Carré fram og seinasta mánaðan hevur Jens Frederiksen sýnt myndir og standmyndir.
Ætlanin hjá Tutl er at hava eitt listafólk um mánaðan í Fútastovu.