Eli ringir við klokkunum í Hoyvík

Tveir nýggir klokkarar eru settir í Hoyvíkar kirkju. Kollfirðingurin Eli Joensen, sum nú býr í Hoyvík, skapp fyri tveimum vikum síðani at ringja við klokkunum í Hoyvíkar kirkju fyri fyrstu ferð. Hin nýggi klokkarin er Berit Unn Petersen, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni.

 

Tey eru komin fyri Annitu á Fríðriksmørk og Henrik Weihe Joensen, sum hava borið seg undan klokkarauppgávuni í hesum umfarinum orsakað av broyttum arbeiðsuppgávum.

 

Í Hoyvíkar kirkju eru fýra klokkarar, ið skiftast um tænasturnar. Hinir báðir eru Carl Mikkelsen og Petur Dahl.