Eli hevur einki ímóti at hitta Skála

Í B71 taka teir eina uppgávu í senn, men um tað skuldi komið hartil, at B71 varð annar parturin í endaspæli, so hevði formaðurin einki havt ímóti, at Skála varð mótstøðuliðið

UPPFLYTINGARMØGULEIKI

Eftir sigurin í Leirvík leygardagin er góður møguleiki fyri, at B71 fer at fáa møguleikan at spæla um plássið í bestu deildini, sum teir mistu fyri einum ári síðani. Ta ferðina taptu teir endaspælið ímóti Skála, sum fyri fyrstu ferð flutti upp í bestu deildina.
? Vit hugsa ikki enn um møguleikan at flyta upp. Vit taka eina avbjóðing í senn. Nú hevur tað lagað seg soleiðis, at vit sjálvir hava møguleika at avgera, um vit skulu í endaumfar um eitt pláss í bestu deildini. Í síðsta umfarinum skulu vit spæla ímóti VB. Teir hava staðið seg heilt væl síðani summarsteðgin, og tað verður ivaleysa strevið hjá okkum at vinna øll stigini ímóti teimum. Og um tað fer at eydnast, so verður kappingarárið hjá okkum longt meiri enn eina viku og kanska tvær vikur.
Tað sigur Eli Hentze. Umframt at vera álitið á B71 miðvøllinum, so er veteranurin eisini formaður í B71. Formaðurin í B71 heldur, at tað hevði verið hugaligt at spælt ímóti Skála:
? Í fjør segði eg, at vit vóru favorittar, tá vit spældu endaumfar ímóti Skála. Ta ferðina taptu vit. Um vit koma so langt, og um tað verður Skála, sum vit fara at spæla ímóti, so fari eg at siga, at Skála verður favorittur. Útsøgnin í fjør var grundað á, at vit spældu í 1. deild og Skála í 2. deild. Sjálvandi eigur eitt lið í bestu deildini at vera favorittur ímóti einum liði úr næstbestu deildini. Tí sigi eg, at Skála verður favorittur, um tað kemur har til, at vit skulu spæla ímóti teimum um eitt pláss í bestu deildini, heldur Eli Hentze.

Leggja øðrvísi upp
Í ár er Tom Saintfed úr Belgia venjari hjá B71. Hann er 30 ára gamalur, og longu í 1996 royndi hann seg sum spælari í Klaksvík. Um hann verður venjari komandi ár ella onkur annar, hava teir á Sandi ikki tikið støðu til. Teir ætla sær at bíða við avgerðini, inntil tað verður greitt, um teir skulu spæla í 1. ella í 2. deild.
? Tað er greitt, at vit skulu leggja tað heilt øðrvísi til rættis, um vit megna at spæla okkum aftur í 1. deild. Tað er stórur munur á deildunum. Vit mugu fáa fleiri spælarar aðra staðni frá, og vit mugu venja nógv meiri, enn vit hava gjørt í ár. Páll á Reynatúgvu er aftastur í verjuni hjá okkum. Av góðum grundum venur hann als ikki. Tað hevði neyvan borið til í 1. deild, sigur Eli Hentze, sum framvegis hevur hug at spæla fótbólt á rímuliga høgum støði.
? Eg havi verið seytjan ár á besta liðnum hjá B71, og eg havi framvegis hug at spæla. Men skaðarnir hava verið so nógvir í ár sum ongantíð áður. Tað er troyttandi.
Hvar skulu tit fáa nýggjar spælarar frá?
? Tað er ikki sum at siga tað. Um vit koma so mikið langt, so skulu vit finna fólk, ið eru sinnað at koma henda vegin og at gera eitt arbeiði undir teimum treytum, sum vit liva undir. At finna sovorðnar spælarar er ikki sum at siga tað, heldur B71 formaðurin, sum av royndum er fullgreiður yvir, at tað skulu nógv fleiri pengar til at reka eitt 1. deidlarlið, enn tað skulu til, um besta liðið er í næstbestu deildini.
? Men nú stendur VB avbjóðingin fyri framman. Um tað eydnast at vinna á teimum, so fara vit at fegnast um silvurkrónurnar í 2. deild, og so fara vit at gera okkum klárar til endaspæl. Men komandi vikuna fara vit bara at savna okkum um uppgávuna ímóti VB.