Eli: Hetta var "óbegrípiligani" skuffandi

(Rás2) - Vit eru 30 sekund frá at vinna, og tað ger tað súrt, sigur føroyski U21-landsliðsvenjarin

- Hetta er "óbegrípiligani" skuffandi, suffar føroyski U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze. Og hann leggur aftrat: - vit eru 30 sekund frá at vinna, og tí er hetta súrt, staðfestir Eli Hentze aftaná 2-2 javnleikin ímóti Póllandi.

 

-Eg fari nú at takka spælarunum og liðnum fyri framúr avrik. Sjálvandi hevði tað verið hugaligari, um vit høvdu vunnið øll stigini, og sum seinni hálvleikur myndaðist, so høvdu vit tað uppiborið. Spælararnir spældu við stórum sjálvsáliti og vístu áræði. Hetta høvdu vit avrátt frammanundan, at teir skuldu gera, og tað gjørdu teir í seinna hálvleiki. Vit høvdu avrátt, at teir skuldu renna, inntil ljósini vórðu sløkt á Tórsvølli, og tað gjørdu teir, staðfestir landsliðsvenjarin Eli Hentze, og hann heldur fram:

-Føroyar eiga nógvar dugnaligar spælarar, og tað eru fleiri á veg. Vit hava avrátt, at føroysku landsliðini skulu spæla fótbólt og ikki sparka, og tað gjørdi liðið ímóti Póllandi, sum eigur eitt fínt landslið. Vit skulu minnast til, at fleiri av teirra spælarum dagliga eru í italsku seriu A og í týsku bundesliguni. Tað setir okkara avrik og úrslit í perspektiv, men sjálvandi eru vit og eiga vit at vera vónbrotnir um, at teir javnaðu í evstu løtu, sigur Eli Hentze.

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Eli Hentze aftaná 2-2 javnleikin ímóti Póllandi á Tórsvølli fyrr í kvøld.