Eli Hentze skorar altíð móti B68

Fótbóltur: Ídni álopsspælarin togar seg upp eftir málskjúttaralistanum

? Tað hevði verið stuttligt fyri eitt botnlið at fingið toppskjúttan, men heilt erligt, eg eri fullkomiliga líkaglaður við hvør skorar, bara vit vinna, sigur Eli Hentze.

B71-spælarin hevur skotið 10 mál í ár og er nummar fýra á málskjúttaralistanum. Hagtølini vísa harafturat, at Eli skorar so at siga hvørjaferð móti B68.

Seinastu seks dystirnar móti B68 á Sandi hevur Eli skotið seks mál.

B71 hevur ikki bara spælt verjuspæl í ár. Teir hava eisini spælt álopsfótbólt, og higartil hava teir gjørt 23 mál ? meira enn Sumba, ÍF, B68, VB, líka so nógv sum NSÍ, og tvey færri enn HB ? og tað er gott avrik fyri eitt botnlið.

Móti B68 eru allir mans tøkir. Liðskiparin og aftasti maðurin Páll á Reynatúgvu verður viðaftur eftir leikbann.

Hjá B68 er Marcelo ivasamur, tí hann hevur skaða, men Fróði Benjaminsen er tøkur aftur.