Eli Hentze: Hetta skulu tit ikki gera

FSF Varpið: Fótbóltsmennarin gevur góð ráð til føroyskar fótbóltsvenjarar

Hvat skulu vit gera øðrvísi, fyri at vit, føroyskur fótbóltur kann gerast fastur partur av einum endaspælið? Tað eru millum annað nakrir av spurningnum og avbjóðingunum, ið fótbóltsmennararnar hava sett sær.

 

Trýst á pílin fyri at síggja FSF Varpið

 

Fyrr í ár vórðu Eli Hentze, Thomas Thinggaard, Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen settir í starv sum ”Fótbóltsmennarar” hjá FSF. Endamálið er fyrst og fremst at hjálpa føroysku feløgunum, so tey kunnu tryggja øllum spælarunum, heilt frá teimum yngstu og upp eftir, so góðar venjingarumstøður sum tilber.

 

Tá føroyska U17-liðið var á venjingarvøllinum fríggjadagin fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, ið millum annað er sera glaður fyri ta móttøku, ið fótbóltsmennararnir hava fingið í føroysku feløgnum.

 

Eitt av góðu ráðunum er, at føroyskir spælarar klára ov illa at halda upp á bóltin. Tí heldur Eli Hentze at føroyskir venjarar skulu vekk frá at gera skabilón-øvilsir, har spælarar skulu flyta bóltin sína millum uttan mótstøðu. Tað gevur ov lítið, sigur hann.