40 ára gamli Eli Hentze spældi aftur í B71-troyggjuni og bestu føroysku fótbóltsdeildini leygardagin. Hann loysti Høgna Midjord av miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá B71 tapti 3-0 móti ÍF í Fuglafirði.
Aftaná kappingarendan í 2007 boðaði Eli Hentze frá, at hann tók seg av ovastu rók sum fótbóltsspælari. Í 2008 stjórnaði hann besta mansliðnum hjá B71, og í fjør loysti hann Frankie Jensen av, tá felagið úr Sandoynni flutti upp í bestu deildina. Nú gjørdi hann comeback sum spælari.










