Eli Hentze: Bíða eftir seinasta plássinum

A-landsliðið hjá monnum er úttikið, men navn er bara sett á 22 av teimum 23 spælarunum

##med2##

Samrøða við Eli Hentze

 

Í gjár var tíðindafundur á Tórsvølli, har A-landsliðið hjá monnum bleiv úttikið til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli 9. og 12. oktober.

 

Á tíðindafundinum greiddi Eli Hentze, hjálparvenjari, frá landsliðsúttøkuni, sum hesa ferð telur 23 mans heldur enn 25 mans. Orsøkin er, at til seinasta landsliðssteðg vóru tríggir dystir. Hesa ferð er talan um tveir dystir.

 

Her vísti Eli Hentze á, at tað kostar nøkrum spælarum við sereginleikum plássið. Talan er um Kaj Leo í Bartalsstovu og John Frederiksen. Daniel Johansen úr HB bleiv úttikin, eftir at Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson endaðu í sóttarhaldi. Hann er heldur ikki við hesaferð.

 

Navn er sett á 22 spælarar av 23. Bíðað verður eftir einum verjukendum miðvallara. Her bleiv navn sett á Jákup B. Andreasen úr KÍ og Heðin Hansen úr HB. Teir dragast báðir við skaðar. Verða teir tøkir, so fær annar eitt pláss í hópinum.

 

Verður hvørgan teirra klárur, so verður ein nýggjur spælari innkallaður. Hetta kann føra við sær, at ávísir spælarar vera fluttir eitt sindur runt.

 

Eli Hentze setti eisini orð á Eysturríki og Skotland sum mótstøðulið. Eysturríki hevur havt nøkur minni góð úrslit, men hjálparvenjarin heldur tó fyri, at avrikini hava verið á góðari leið. Tað er eisini ein styrki fyri Eysturríki, at umstríddi áleyparin, Marko Arnautovic, nú er at finna í Seria A.

 

Eins og Eysturríki, so hevur føroyskur fótbóltur ein góða søgu móti Skotlandi, men tað heldur hjálparvenjarin ikki hevur nakað at siga. Hann vísur á, at Skotland hevur ein sterka vinstru síðu, har Andy Robertson úr Liverpool og Kieran Tierney úr Arsenal spæla.

 

Føroyar hava fyrr í ár tapt móti bæði Eysturríki og Skotlandi, men nú hava vit ein fyrimun, tí dystirnir verða spældir á Tórsvølli. Eli Hentze bæði takkaði fyri stuðulin hjá áskoðarunum í undanfarnu dystunum, og vónaði at stuðulin fór at standa við til komandi dystirnar.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur Matras Gestsson, HB

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

Odmar Færø, KÍ

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)

Heini Vatnsdal, KÍ

Heri Hjalt Mohr, HB

Hørður Askham, HB

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Tróndur Jensen, NSÍ

Hallur Hansson

Rene Shaki Joensen, HB

Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)

Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)

Andreas Lava Olsen, Víkingur

 

Í verandi løtu eru umleið 3.000 atgongumerki seld til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. Sølan av atgongumerkjum fer fram í Nethandilinum á FSF.fo. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum.