Bygdaráð
Nú hevur eisini bygdaráðið í Porkeri skipað seg eftir kommunuvalið í farna mánaði.
Tað tað verður, sum væntað, Eli Frederiksen, ið heldur fram sum borgarstjóri.
Men Hans Eli Bech, ið hevur verið varaborgarstjóri, varð ikki afturvaldur. Ístaðin er tað nú Anna Djurhuus, ið varð vald til varaborgarstjóra.
Í bygdaráðnum í Porkeri er ein nývaldur bygdaráðslimur. Tað er Mikkjal Sørensen, ið varð valdur fyri hera Danielsen, ið ikki stillaði uppaftur
Bygdaráðið í Porkeri hevur eisini gjørt fíggjarætlanina fyri komandi ár. Skattaprosentið er 21% og barnafrádrátturin er 3000 krónur og tað er tað sama sum í ár.
Inntøkan verður 6,7 milliónir næsta ár og tað er eitt vet hægri enn í ár.
Størsta einstaka útbyggingin í Porkeri næsta ár er Kirkjugarðurin, har 600.000 krónur eru settar av til útbygginginar.










