Eli fullførdi Føroya-renningina í dag

Byrjað var við sparkivøllin í Skopun klokkan 13.30. Fleiri lokalir rennarar komu so hvørt upp í fylgi hjá Eli Hentze, Mads Hentze og Eiriki Poulsen heim á Meginskúlan á Sandi, tá rennarnir skuldu fullføra tann sjeynda dagin í Føroya-renningini.

 

Tað bleiv steðgað á inni á Dal til ein kaffimunn. Har fekk Eli Hentze handað gávu og blómutyssi. Gávan Eli Hentze fekk var ein klokka frá grótvirkinum í Skopun. Á klokkuni var eitt Føroyakort við tí 145 kilometra langa teininum á. Àskriftin á klokkuni er : ?Eli Hentze - Føroyarenningin 2010 - Takk fyri felagskenslu?.

 

Eli Hentze takkar øllum teimum sum stuðlaðu Føroya-renningini, bæði peningaliga og á annan hátt. (www.b71-sandoy.com)